Tórshavn og Jerusalem skulu verða vinabýir

Tórshavn og Jerusalem skulu verða vinabýir.

Tað halda tey í Miðflokkinum og tað fer flokkurin nú at virka fyri.

Hetta var eitt av evnunum, nú Miðflokkurin stillaði upp til Tórshavnar Býráð.

- Hóast vit ikki fingu umboð í Tórshavnar Býráð, ætla vit at arbeiða víðari við málinum, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Hann sigur, at flokkurin fer nú at tosa við býráðið um málið.

Men ein annar møguleiki er at fáa føroyska Ísraelsfelagið at seta seg í sambandi við býarstýrið í Jerusalem um málið.

Jenis av Rana sigur, at tað er andaliga sálin í Miðflokkinum, sum leingist eftir einum vinabýarsamstarvi, sum hesum

- Ísrael hevur stóran týdning í Bíbliuni og bíblian tosar beinleiðis um, at sum kristin er tað okkara skylda at stuðla jødunum.

- Og stuðul okkara kunnu vit vísa við at havnin og Jerusalem gerast vinabýir.

Jenis av Rana sigur, at hann hevur nevnt hugskotið fyri politikarum, sum als ikki eru avvísandi.