Sunnudagin 2. september 2012 skipar Bragdið fyri árliga Tórshavn Maraton.
Hetta er 10. árið á rað, at Bragdið skipar fyri Tórshavn Maraton, og í hesum sambandi verður ymiskt eyka gjørt burturúr. Umframt marathonrenning, sum eisini er kapping um føroyameistaraheitið í maraton, verður sum vant eisini møguligt at renna hálvt marathon. Harafturat er vældámda heilsurenningin Gakk og Renn eisini týðandi partur av tiltakinum.
Fyri útlendingar er hetta sera forkunnugt, og aftur í ár koma nógvir útlendingar til Føroya at renna. Longu nú eru rennarar úr Danmark, Týsklandi, Noregi, Sveis, Írlandi, Englandi, USA og Kenya komnir á listan, og fleiri fara at leggjast afturat.
Fyri at stuðla hevur Bragdið felagsvenjing fyri øllum áhugaðum, sum ætla at renna Tórshavn Maraton. Venjingin er mikudagar kl. 17 og sunnumorgnar kl. 8, har møtt verður á Tórsbreyt. Sum nevnt, verður nógv gjørt burturúr, at Tórshavn Maraton fyllir runt. Livandi tónleikur verður á økinum, eins og undirhald verður fyri børnunum.










