Eg síggi, at í valdystinum eru valevni farin at yvirbjóða sum ongantíð áður. Við hvørt ógvuliga skemtiligur lesnaður. Hugsi tað verður neyðugt eftir valið at sløkkja nakað av hesum fýrverki, og leggja til brots við skynsomum fíggjarpolitikki.
Tí skynsamur fíggjarpolitikkur er fyritreyt fyri vælferð í allari kommununi.
Tá ber til at fremja dreymar, so hvørt sum ráðini eru til tess.
Eg havi eisini ein dreym um Havnina sum eina perlu, sum hevur tilboð og tænastur til øll.
- Har dagstovnar, skúli, mentan og vinna trívast lið um lið, og har borgarin hevur ráð til at liva.
- Har børn og ung fáa tey tilboð, ið teimum tørvar, og har menta- og listafólk kunnu liva og ríka okkara lív og tilveru – samstundis sum mentanin og listin fær møguleika at menna seg til ein vinnunveg.
- Har ítróttin og feløgini sleppa at íðka og kappast í tíðarhóskandi kørmun – og at vit kunnu bjóða Oyggjaleikum og øðrum altjóða tiltøkum vælkomnum til Havnar.
- Har vit framhaldandi menna fjølbroyttar møguleikar í eldrapolitikkinum, og leggja dent á at varðveita førleikar hjá fólki so leingi sum møguligt.
- Har rúm og avbjóðingar eru fyri høvuðsvinnur okkara: fiski- ,flaka- og alivinnu og matvøruvinnu yvirhøvur. Og har kommunali myndugleikin ikki leggur forðingar í vegin fyri vinnuligum virksemi og vøkstri.
- Har Tórshavnar Kommuna er farin undir at fyrireika seg til eina fjølbroytta ferðavinnu og eina komandi ráevnisvinnu.
- Har dentur verður lagdur á skilagóða íløgu í umhvørvi og umhvørvisvinarliga orku
- Har rúm er fyri fólki til gongu, á súkklu og fyri ferðsluni.
- Har dagstovna- og skúlaøkið og verður bygt út, so at øll fáa javnbjóðis møguleikar, og har vit gera íløgur í at eftirútbúgva starvsfólk.
- Har tað er eins gott at seta búgv í bygdunum, sum til Tórshavnar Kommunu
Alt hetta, sum eg her havi nevnt, ber væl til, um vit skipa arbeiðið í Býráðnum skilagott, hava neyvt eftirlit við fíggjarstøðuni.
Og fram um alt, at vit tvíhalda um, at ein samhaldsføst fígging av vælferðini er alt avgerðandi.
Bara tá vita vit, at tað ikki vera tey somu lágløntu, sum aftur og aftur skulu bera tær tyngstu byrðarnar.
Landið vil fegin leggja stóru vælferðarøkini tilkommunurnar at fíggja – eldraøkið og skúlaøkið. Men enn er eingin vissa fingið fyri at neyðugi peningurin fylgir við.
Verði eg vald í Býráðið fyri Javnaðarflokkin, skal eg gera mítt besta til, at Havnin verður ein skuldarfrí Perla, har tað er gott hjá komandi ættarliðum at vaksa upp.










