TórRek 2000

Í dag letur framsýningin TórRek 200 upp í Norðurlandahúsinum

Hetta er triðja árið á rað, at TórRek, ella RekTór sum tað eitur tá stevnan er í Reykjavík, verður hildin. Harumframt var undan hesum eisini hildin sølustevna í grønlendska høvuðsstaðnum undir heitinum NuuRek.


Samstarv í útnorðuri

Sum tað framgongur av nøvnunum, so er talan um samstarv millum høvuðsstaðirnar í útnorðuri. Sum liður í at útbyggja hetta samstarv enn meira, verður í løtuni arbeitt við at skipa fyri sølustevnu í Nuuk komandi ár, sum ætlandi skal bera heitið NuuTórRek.

Einki er at taka seg aftur í, at stevnurnar seinnu árini hava havt stóra ávirkan á samhandilin millum Føroyar og Ísland. Ein samhandil, sum er munandi øktur seinnu árini. Tað kann kanska tykjast løgið, at handilin millum londini ikki hevur verið størri, tí mentunarliga, landa- og lívfrøðiliga liggja londini ógvuliga nær hvørjum øðrum, og tí skuldi ein kanska hildið, at tað eisini var náttúrligt at samhandilin millum londini var rættuliga stórur.


Økt samskifti í allar mátar

Svávar Ottoson, stjóri hjá Eimskip í Føroyum, ásannar eisini, at tað kann tykjast eitt sindur løgið, at samhandilin og samskiftið landanna millum ikki hevur verið størri undanfarnu árini, men hann leggur kortini áherslu á, at TórRek stevnan og líknandi sølustevnur avgjørt hava havt sína ávirkan í menningini av hesum.

Sjálvur hevur hann nú starvast her á landi í eini trý ár, og hann ivast ikki í, at samhandilin er sera nógv øktur hesa tíðina.

- Ikki bara við farmi, sum er okkara øki, men á øllum økjum er ein munandi menning farin fram, sigur Svávar, og vísir millum annað á økta talið av flogferðurm, økt handilsligt samband, økt politiskt og mentunarlit samstarv sum dømi um hetta.

Tað er Eimskip, sum saman við Íslendska útflutningsráðnum skipar fyri TórRek. Svávar greiðir frá, at endamálið við stevnuni er at menna alt slag av samhandli og samskiftið landanna millum. - Hetta skal skiljast sum sera víttfevnandi, tí tað eru meira enn bert tey handilsligu bondini, sum knýta londini í útnorðuri saman, sigur stjórin.

Hann er eisini sera fegin um undirtøkuna, sum tiltakið tykist at hava fingið millum luttakandi virkini. Við hesum sipar hann til, at undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi, síðani NuukRek av fyrstan tíð sá dagsins ljóst, soleiðis at stevnan nú meira ella minni er at rokna sum eitt árligt afturvendandi tiltak.

At enda endurtekur hann enn einaferð, at hann er sera fegin um tað positivu ávirkan, sum tiltakið hevur havt á samskiftið landanna millum. Eitt samskifti, sum hann eisini vónar fer at økjast enn meira komandi árini.


Forvitnislig skrá

Umframt sjálva sølustevnuna, verða eisini fleiri fyrilestrar hildnir uppi í Norðurlandahúsinum meðan stevnan er.

Fríggjadagin er stevnan opin fyri luttakandi virkjunum, og kl. 10.00 til 11.30 standa fyrilestrar á skránni. Talarar verða m.a. Valgerður Sverrisdóttir, Finnbogi Arge, Vígdis Finnbogadóttir og Thórður Sverisson.

Aftaná hetta hava luttakararnir so høvi um at kunna seg um teir lutir og tey virki, sum eru at síggja á stevnuni, umframt at tað sjálvsagt eisini verður tíð til at røkja persónligu sambondini, sum aloftast eru sera høgt í metum millum handilsfólk.

Leygardagin er stevnan opin fyri almenninginum, tá opið er frá 10.00 til 16.30.