Tóroddur Poulsen
ROT
Yrkingar
Mentunargrunnur Studentafelagsins
126 blaðsíður
190 kr.
Er útkomið
Nýggja savnið eftir Tórodd Poulsen víkur eitt sindur frá høvuðsrákinum í undanfarnum søvnum. Tað er ein modernistiskur dámur yvir mongum av tekstunum, sum í poetiskum myndum smýgur seg inn og úr medvitinum og ger óvanlig sambond. Spurningur verður settur við alt, men frásøgufólkið er samstundis á varðhaldi, at børnini ikki fara at gera tað sama. Tey skulu liva, sum vit siga og ikki, sum vit gera. Viðhvørt koma ræðandi óhugnaligar myndir fyri, myndir, ið seta livikorini í relieff.
Speisemi er kortini minni enn so burtur. Sagt verður, at syndin kann ikki vísast burtur, fyrr enn hon er roynd, og yrkjarin vónar, at fanin hittir ein annan eingil. Tí so kann hesin frelsa hann og taka hann upp aftur í himmiríki, hóast lívið á fold ikki verður so stuttligt longur.
Myndir eftir høvundan eru í savninum, og einastaðni stendur við hondskrift: So stutt síðani vit komu í verðina at spyrja um hví?
Eitt hugkveikjandi og skemtiligt savn av yrkingum eftir ein av Føroya fremstu høvundum.