Tórmundur Joensen 80 ár

Fríggjadagin 23. januar fyllir Tórmundur Joensen á Nesi 80 ár.

Tórmundur er ættaður av Hvítanesi. Foreldrini vóru Elisabeth og Dánial Joensen.


Tórmundur fór blaðungur til skips, og alt sítt arbeiðslív var hann sjómaður, inntil hann fyri eini tíggju árum síðan legðist uppi.


Luturin hjá honum var øll síni ár á sjónum at vera kokkur. Tá ið toftamenn í 1976 lótu Mascot byggja, mynstraði Thórmundur við sum kokkur, og har var hann kokkur, inntil hann legðist uppi.

Frammanundan hevði hann siglt við fleiri trolarum, eitt nú Vesturvón og Magnusi Heinason.


Thórmundur giftist í 1951 við Margith, f. Hansen, og ættað úr Gerðinum á Nesi. Tey bygdu sær hús í Flatabø á Nesi og eiga dóttrina Fríðgerð.


Tórmundur er burturstaddur føðingardagin.