Jürgen Habermas og Joseph Ratzinger, Fornuft og religion Sekulariseringens dialektik.
Týtt: Søren R. Fauth
Forlaget Hovedland, 2006.
Tann 19 januar, 2004, hittast Jürgen Habermas og Joseph Ratzinger (alias pávi Benedikt XVI) til eitt alment kjak á katólska akademinum í Bayern. Hesir javnaldrandi risar innan hvør sín hugaheim høvdu aldrin latið orð falla sínamillum í einum almenum kjaki áðrenn henda dag, sjálvt um teir báðir eru av fremstu umboðsfólkum fyri hvør sína legu. Høvuðsspurningurin í kjakinum var: hvørjar eru fortreytirnar fyri tí verðsliga samfelagnum? Nærri útgreinað hvaðani stava tey moralsku virðini, ið tað verðsliga samfelagið byggir á? Er tað frá skilinum ella átrúnaðinum?
Úrslitið er bóklingurin Fornuft og religion Sekulariseringens dialektik; ein skuffandi pinkubók um alheims evni, ið vil meira enn hon megnar.
Risar úr hvør sínum horni
Sum eitt tað fyrsta má tað undra, at eitt so sermerkt og týðandi møti ímillum tveir teir mest hugvekjandi persónarnir í farnu øldini verður útgivið sum ein ússaligur bóklingur. Ein bókarøð uppá 10 bind hevði nokk verið nærri tí ómetaligu dýpdini og víddini, ið hesir hugsarar fevna um. Jürgen Habermas Risin frá Frankfurtara-skúlanum, faðirin at diskursivum etikki og ein tann fremsti og mest virdi týski heimspekingurin í hesi og farnu øld. Joseph Ratzinger Risin frá Munich, og síðani 2005 ovasti leiðari fyri katólsku kirkjuna. Ein sera framsíggin guðfrøðingur, ið hevur lagt lunnar undir eina endurskoðan av fundamentalismu og dogmatismu innan katólsku kirkjuna. Maðurin, ið er mettur til at lyfta arvin eftir Johannus Paul II.
Ov samankroyst og grunnskygt
Hvat fær ein so burtur úr hesum risa-tingi? Í roynd og veru ikki nógv! Kjakið er alt ov nógv trýst saman. Hevur ein lisið Habermas áður, so kennir ein sera nógv aftur beinanvegin, men á ein heldur grunnskygdan hátt, ið ikki røkkur einum djúpari inniliti í kritisku rationalismuna, ið Habermas umboðar. Ratzinger, harafturímóti, gevur seg betri til kennar og er sera klárur og einfaldur í síni próvførslu og hugleiðing, tó uttan at stinga nakað djúpri enn Habermas. Habermas setur sítt álit á skilið og ta demokratisku gongdina fyri at varðveita samfelagið, meðan Ratzinger heldur seg til tey grundleyggjandi virðini í kristnu trúnni. Báðir viðurkenna tó dygdina saman við vansanum, ið ástøðið hjá mótpartinum inniheldur, og mæla teir báðir til viðurkenning ímillum partarnar. Tingini verða enn meira skorin út í papp í eftirmælinum, ið danski biskuppurin Jan Lindhart hevur skrivað. Her kemur lítið nýtt afturat tí undanfarna, og ein situr eftir við einari heldur innantómari kenslu.
Sameining
Tað er sera áhugavert, men eisini sera skuffandi at síggja, hvussu hesir báðir mætu hugsararnir øllum alvi royna at verða so diplomatiskir, sum møguligt, sjálvt um teir umboða so ymisk sjónarmið. Tað tykist, sum risarnir báðir tilvitað sleppa sær undan økjum, har harðast leikar á, og í staðin søkja friðarøkir, ið øll kunnu nikka samtykjandi til. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tá ein hugsar um, hvussu heimurin sær út í dag yvirgangsbólkar við islam sum iblástri, Muhammed-tekningarnar, Irak-kríggið og ein útbreidd endurføðing av kristiligari tilvitan, ið trokar seg inn á tann politiska heimin. Tað er eyðsæð, at menn sum Habermas og Ratzinger, ið hava so týðandi pláss innan hvør sín hugaheim, ikki kunna leggja ov harðliga út, tí heimurin hevur brúk fyri sameining, heldur enn sundurskiljing. Tað er ein góð og jalig hugsan at sita eftir við, men tað svarar ikki tí upprunaliga spurninginum: hevur tað verðsliga samfelagið brúk fyri eksternum moralskum virðum fyri at yvirliva? Svarið hjá risunum báðum er: bæði og! Ein skal verða varin við at skilja skilið frá átrúnaðinum, tí hesi fyribrigdi hava verið samantvinnað til allar tíðir. Men útgreiningin av hesum svari kemur ongantíð, tí bóklingurin er rætt og slætt ov stuttur.
Bert ein brellbiti
Tá ein telur síðurnar, áðrenn ein byrjar at lesa, væntar ein neyvan, at bóklingurin fer at uppfinna hjólið einaferð afturat. Men eg var vóngóður hóast alt. Bóklingurin er ein fínur inngangur til hetta týðandi og víttfevnandi evnið, men júst tá tað veruliga gerst áhugvert og avbjóðandi, so eru ongar síður eftir. At hava tveir so tiltiknar persónar leggja fram sínar hugsanir, og so bert geva teimum umleið 25 síður í part, er ikki nóg gott! Tað, sum kundi verið eitt veitsluborðhald, er, í roynd og veru, bert ein brellbiti.