Hóast tað eru mong, sum hava tikið eina hond við í stóra takinum hjá AB seinastu 8-10 árini, so er tað fyrst og fremst eitt navn, ið rennur til hugs, tá tosað verður um Argir og fótbólt.
Tórálvur Stenberg var fram um nakran ímyndin av felagnum, sum í 1999 vann upp á bara átta ár hevur vunnið seg úr táverandi 4. deild í Formula-deildina, sum besta deildin í dag eitur.
Fullførir dreymin hjá pápanum
Sjálvur andaðist Tórálvur eftir stutta sjúkralegu í fjør. Undan hesum upplivdi hann tó gleðina, tá felagið flutti upp úr aðru deild. Og nú liðið fyri fyrstu ferð skal royna seg í Formula-deildini, er sonurin Jónas ein av spælarunum í hópinum. Hóast hann bert er 19 ár, so er hetta triðja árið, at hann roynir seg í vaksnamannafótbólti.
Ein trupulleiki hjá AB hevur verið, at bestu spælararnir aloftast hava leitað sær avbjóðingar í HB og B36, og sjálvur var Jónas eisini í HB eitt ungdómsár ella tvey.
- Eg helt meg fáa ov lítið av avbjóðingum á Argjum tá. Men eg kom kortini aftur til AB. Vit búgva beint við vøllin, og eg eri 100% AB’ari. Ikki minst man pápi mín hava gjørt sítt í so máta.
- AB fylti so øgiliga nógv hjá honum. Bæði hálvir og heilir tímar kundu verða nýttir í telefonini heima við hús, og gekk nakað sum helst fyri seg á vøllinum, so var hann har. Tað hevur sjálvandi eisini smittað meg. Sjálvur havi eg tað so, at eg nú kenni eina eyka ábyrgd at liva dreymin hjá honum víðari.
Tárini runnu í Gundadali
Ein partur av hesum dreymi gjørdist veruleiki, tá AB í veruligu generalroyndini var í Gundadali tann 17. mars. Hetta tá fyrsti dysturin hjá AB í kappingini um Løgmanssteypið var á útivølli móti verjandi steypameistarunum úr B36. Sjálvur fekk Jónas ikki spælt við hendan dystin, men hann var millum hart rópandi áskoðararnar, og hann dylur ikki fyri, at løtan var kensluborin.
- Tá vit skoraðu til 3-1, runnu tárini niður eftir kjálkunum. At uppliva eina slíka løtu var júst tað, sum pápi mín droymdi um. Og hóast hann ikki var í Gundadali tann dagin, so liggur hansara partur á ongan hátt eftir í arbeiðinum, sum varð gjørt, áðrenn felagið kom somikið langt.
Arbeiðið als ikki liðugt
Umframt kensluborin, so var løtan í Gundadali helst eisini eitt tekin um, at AB kanska ikki verður heilt so lætt at syfta, sum fleiri rokna við.
Málið hjá felagnum er tó fyrst og fremst at halda sær í deildini., men sjálvur heldur Jónas, at teir eisini kunnu røkka longur.
- Eg ivist ikki í, at vit hava ein hóp, sum kann blanda seg í miðjuna í Formula-deildini, men málið er sjálvandi fyrst og fremst at enda omanfyri niðurflytingarstrikuna.
- Fyrst og fremst, so haldi eg, at vit hava ein góðan stríðsvilja. Og hartil vilja vit eisini royna at spæla fótbólt. Vit ætla okkum so ikki at grava okkum niður til hvønn einasta útidyst, soleiðis sum onnur lið onkra tíð hava gjørt.
- Men skal felagið røkka longur, so er eisini neyðugt, at vit klekja fleiri ungar spælarar sjálvir. Í løtuni eru vit nakrir, sum eru í hópinum, men nóg mikið er tað ikki. Eitt av aðalmálunum hjá pápa var at menna ungdómsarbeiðið í felagnum. Hann var sjálvur venjari hjá fleiri liðum, og tað er hetta arbeiðið, sum eisini skal førast víðari, og sum skal tryggja, at AB bítur seg fast á ovastu fótbóltsrókunum í Føroyum. Megna vit tað, so kunnu vit eisini í størri mun halda bestu ungu spælarunum í felagnum. - Eg eri so onga løtu í iva um, at rúm er fyri trimum feløgum í høvuðsstaðnum, og so er tað upp til okkum at prógva, at vit skulu verða triðja felagið.