Stefan í Skorini
?????????????
Aldarinnar brúdleyp. Hendingin, sum alt Danmark hevur bíðað eftir í tolni. Og tá tað endiliga fór av bakkastokki livdi tað upp til alt, ið fólk høvdu væntað og vónað.
Leygardagin var bíðirøðin uttanfyri Vor Frue Kirke fleiri hundrað metrar long, tí at fólk vildu inn at kenna rákan av royalum brúdleypi og romantikki. Blomstrini og brúdleypsprýðið stóð nevniliga órørt frá degnum fyri, tá øll eygu vóru vend móti vígsluni av krúnprinsinum og prinsessuni úr tí fjarskotna og eksotiska Avstralia.
Ímillum 200-250.000 fólk vóru við í hátíðarhaldinum á Amalienborg Slotsplads og í gøtunum í miðbýnum. Alt gekk avbera stilt og friðarligt fyri seg, sigur løgreglan, sum hevði 3300 løgreglumenn til arbeiðis hendan dagin.
Framtíðin bjargað
Tað hava verið nógv, sum hava ivast í, um Fríðrikur krúnprinsur var tann rætti at taka við krúnuni eftir móðir sína. Til tíðir hevur yngri bróðirin Joachim verið mettur at hava betri kongatilfar í sær enn eldri bróðirin.
Men nú eftir brúdleypið siga danskir fjølmiðlar, at Fríðrikur er vaksin við uppgávuni og hevur funnið ta røttu kvinnuna at standa við sína lið, tá hann einaferð skal gerast kongur Danmarkar.
Tað danska kongshúsið er vorðið so væl umtókt millum danir, at framtíðin hjá tí tykist bjargað - fyribils í øllum førum. Fjølmiðlar halda, at Fríðrikur hevur megnað at byggja brýr millum tað aldargamla monarkiið og tað yngra ættarliðið, og hetta er vegurin fram hjá einum gamaldags stovni í 21. øld.
Á forsíðuni í Kina
Nógvir útlendskir fjølmiðlar fylgdu við tí kongaliga brúdleypinum, og tað fekk gott pláss í pressuni kring allan heim. Amerikanskir, evropeiskir og avstralskir fjølmiðlar vóru væl umboðaðir í Kongens København fríggjadagin og dagarnar frammanundan.
Men eisini í Kina var áhugi fyri einum brúdleypi í tí lítla Danmark. Blaðið China Daily hevði stóra mynd av parinum í kirkjuni á forsíðuni. So brúdleypið hevur um ikki annað skapt nógva umtalu úti í heimi.