Tú rindar kanska túsundtals krónur ov nógv

Tú rindar millum 2.000 og 11.000 krónur meiri enn neyðugt um árið, um tú ert kundi hjá Fjarhitafelagnum. Tú rindar 2.000 krónur um árið ov nógv, um tú hevur oljufýr. Bensin- og dieselprísurin er hækkaðu við ávikavist 63 og 50 oyrum síðani 2008, men bara ein brøkpartur er orsaka av einum hægri alheims oljuprísi. Og vart tú realkredittkundi hjá føroysku bankunum áðrenn 2014, rindaði tú millum 5.000 og 12.000 krónur ov nógv árliga í umsitingargjaldið.

 

Hetta eru niðurstøðurnar hjá Kappingareftirlitinum í seinastu frágreiðingunum, sum hon hevur skrivað. Í 2014 kunngjørdi Kappingareftirlitið eina kanning av realkredittlánunum hjá føroysku bankunum. Niðurstøðan var, at umsitingargjaldið var sett okkurt um eitt prosent hægri enn neyðugt. Kappingarráðið metti, at hetta hevði kostað realkredittkundunum millum 5.000 og 12.000 krónur um árið.

 

Í 2016 kannaði Kappingareftirlitið oljumarknaðin í Føroyum. Tá varð niðurstøðan, at síðani eigaraskiftið í 2008, er bensinprísurin hækkaður við 60 oyrum fyri hvønn litur av diesel og 53 oyru fyri bensin. Oljufeløgini taka upp í 83 prosent hægri vinning fyri gassolju og 50 prosent hægri vinning fyri diesel og bensin enn áðrenn. Hetta hevur kostað einum miðal húski 2.000 krónur um árið.

 

Í mars kunngjørdi Kappingareftirlitið so eina kanning av Fjarhitafelagnum í Havn. Niðurstøðan var, at tey gott 1.000 húskini, sum eru knýtt at Fjarhitafelagnum, hava goldið millum 2.000 og 11.000 krónur ov nógv í mun til aðrar hitaloysnir. Hitaloysnir, sum tey ikki kunnu skifta til, tí tey eru bundin at Fjarhitafelagnum.

 

Bankalán, brennievni til akfør og orka til upphiting – hetta eru øki, sum ávirka hvønn einstakan borgara í landinum. Tað er ikki løgið, at Terje Sigurðsson, deildarleiðari í Kappingareftirlitinum, kallar tað fyri eitt slag av skatti, sum hesar fyritøkurnar krevja.

 

Í Vikuskiftissosialinum hyggja vit nærri eftir kanningunum hjá Kappingareftirlitinum, eins og vit spyrja fyritøkurnar, hvat tær siga um málið.