– Nógv fólk halda for fast í argumentinum um, at man skal hava eina tatovering við serligum týdningi, tí man skal hava tað restina av lívinum. Eg haldi gott, man eisini bara kann fáa sær okkurt, sum sær flott ella kul út. Bara so leingi tú ert glaður fyri tað.
Soleiðis sigur 30 ára gamli Tórik Ábraham Rouah, sum er úr Fuglafirði. Hann byrjaði at tatovera seg, tá hann var 19 ára gamal.
– At blíva tatoveraður við rivjabeinið vinstrumegin var eitt tað vemmiligasta, eg nakrantíð havi upplivað. Tað var nakað so pínufult. Tá lovaði eg mær sjálvum, at eg ikki skuldi hava fleiri tatoveringar, sigur hann.
Men mongum brestir ætlan, tí bara eitt ár seinni, fekk hann sína næstu tatovering - og í dag hevur hann rættiliga nógvar tatoveringar.
Felagsnevnarin fyri tatoveringarnar hjá Tórik er, at hann meira ella minni hevur teknað allar sjálvur.
Hann hevur millum annað tatovering av føroyska flagginum, Tróndi í Gøtu, grindadrápi og einum motivi frá einum Mikines-málningi.
– Eg vildi hava okkurt serføroyskt, sum fá onnur hava, og sum eg hevði gjørt sjálvur. Eg teknaði so eitt uppskot, har ein maður sker ein hval á háls, og so liggja nakrir grindahvalir eftir sandinum. Uppi yvir er ein Mikines-málningur, og mitt í sæst sólarris, greiðir Tórik frá um stóru tatoveringina á vinstra armi.
Uppi yvir hesum, á yvirarminum, er ein mynd av Saksun. Síðani koma skýggj, har trý víkingahøvd eru at síggja, sum Tórik eisini sjálvur hevur teknað. Hóast hann ikki beinleiðis hevur teknað Mikines-málningin og myndina av Saksun frá grundini, so hevur hann funnið uppá motivini og sett tey saman, so tað passar til eina stóra tatovering á øllum arminum við restini av tekningunum hansara.
– Eg byrjaði við hesari verkætlanini í 2016, og tað er ikki liðugt enn. So tað er ein løta. Hetta er ein størri verkætlan, flennir Tórik Ábraham Rouah.
– Men hon verður liðug, tá hon verður liðug. Tað hevur ongan skund, sigur Tórik, sum eisini hevur nakrar aðrar tatoveringar; eitt nú á hondini.
Her eru nakrar myndir av tatoveringunum hjá Tórik.
##med2##
##med3##













