Í jólamánaðinum verður listaframsýningin hjá Tórhild Bjarkhamar at síggja í Gallarí Glæmuni í Norðragøtu. Opið er yrkadagar frá klokkan 09 til 16.
- Tórhild Bjarkhamar, sum var at hitta í gallarínum í dag, verður aftur at hitta í Glæmuni í morgin, týsdagin, 6. desember og mikudagin, 7. desember millum klokkan 16 og 18.
Tey, sum standa aftan fyri Gallarí Glæmuna, siga, at øll eru hjartaliga vælkomin inni á gólvið at síggja listina hjá Tórhild Bjarkhamar og njóta ein heitan kopp av kaffi.