Tórbjørn upp í kommunalpolitikk

Millum nøvnini á sokallaða almenna listanum til býráðsvalið í Runavíkar kommunu, er Tórbjørn Jacobsen, sum eftir at hava roynt seg sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og fólkatingsmaður, nú ætlar at royna kommunalpolitikk.

Fyrireikararnir vóru tiknir á bóli, tí yvir 200 fólk møttu til uppstillingarfundin í kvøld, sum var í kantinuni í skúlanum við Løkin í Runavík. Alt gekk eisini øgiliga skjótt fyri seg, tí sjálvur fundurin vardi bara í ein tíma ella so.

Almenni listin, sum í hesi setuni hevur átt sjey av 11 sessum í Runavíkar býráð, fevnir nú um alla kommununa, burtursæð frá Skála og Søldarfirði, ið plaga at hava egnar listar, tí oyndfirðingar møttu mannsterkir og fingu eisini eitt navn á listan.

Rodmundur Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri, greiddi stutt frá kommunulógini, og so varð farið í holt við uppstillingina. Hon gekk skjótt og væl, so 15 valevni og 25 stillarar komu upp á listan, ið longu er latin inn:

· Magnus Rasmussen, Lamba

· Bjarni Kjeld, Saltangará

· Sæunn Ó. Hansen, Saltangará

· Arnfinn Langgaard, Saltangará

· Hallur Ellingsgaard, Oyndarfjørður

· Jónleyg Hammer, Runavík

· Terji B. Vestergaard, Saltangará

· Jens Marius Dalsgaard, Saltangará

· Niels Juul Kristiansen, Æðuvík

· Helgi L. Petersen, Rituvík

· Kári E. Jacobsen, Glyvrar

· Tórbjørn Jacobsen, Glyvrar

· Kristian Gaardbo, Runavík

· Hallur F. Hansen, Saltangará

· Hjalmar Juul, Lamba