Tórbjørn um SvF 27. juli 2000:

Hetta segði Tórbjørn Jacobsen um SvF í Sosialinum 27. juli 2000

 

 

 

? Sjónvarpið tykist liggja í andaleypi. Landsstýrismaðurin hevur síðani í fjør havt ábyrgdina, og tí er hetta eitt tað fyrsta málið, sum eg má fara undir. Sjónvarpið var orsøkin til, at fyrri landsstýrismaurin fór úr starvinum, og eg veit, hvønn veg ta<eth> fer at bera, um vit ikki fáa loyst hetta málið.

? Eg ætli mær ikki at leggja skránna, men eg skal ikki dylja, at ofta undrist eg á hugburðin, sum kemur til sjóndar í tí, sum tey velja at senda. Fleiri hava hesa seinastu tíðina nevnt tað margháttliga í, at teir eitt sunnukvøld gjørdu nógv burturúr og ivaleyst brúktu dy´rar yvirtímar til Watson, sum brúkar sína tíð til at niðurbróta føroyska mentan. Einki í tí sendingini boðaði frá, at tað var neyðugt við eykasending. Tað er so eitt. Men samstundis kendi sjónvarpið ikki ábyrgd fyri at vera til staðar, tá 1000 føroyingar sama vikuskifti vóru á Syrðadali í sambandi við nýggja minnisvarðan, og tá fleiri hundrað vóru í Hattarvík í sambandi við nýggju altartalvuna.

? Eg haldi, at tað alla tíðina hevur eydnast útvarpinum at vera tjóðskaparligur mentunarberi. Sjónvarpið átti at havt serligar møguleikar í hesum, men tað tykist á allan hátt vera eitt býtisbarn. Tað mugu vit fáa eina loysn uppá, men eg kann ikki siga akkurát nú, hvat eg ætli at gera.