- Nær verður umsitingin av Vága- og Norðoyartunlinum flutt til Runavíkar, hon sum sambært Akseli Vilhemssyni Johannessen, løgmanni, skuldi fremjast á nýggjárinum?
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, eigur spurningin og verður hann settur vegna borgararnar í kommununi til Aksel V. Johannesen, løgmann, og Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, nú borgarstjórin er farin at ótolnast eftir fráboðaðu flytingini av almenna stovninum, ið umsitur Vága- og Norðoyartunlinum.
Í lesarabrævi sent fjølmiðlunum í dag minnist borgarstjórin í størstu kommununi á Skálafjørðinum aftur á ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, tá hann lovaði at flyta umsitingina í tunnilsfelagnum til Runavíkar.
- Í spenningi bíðaðu borgarar okkara eftir lyftum løgmans, serliga tí at orðingin var so serliga kategorisk: ”Tí flyta vit fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyartunlinum til Runavíkar á nýggjárinum.” Nýggjárið kom, grækarismessa og summarmáli eru farin framvið okkum og í morgin fyllir Danmarkar drotning ár. Tá er várið í hondum, skrivar Tórbjørn Jacobsen, men leggur afturat.
- Enn sæst ikki í halaferðina av hesi fráboðaðu flyting, ið skuldi fremjast í skjaldramerki samhaldsfestisins.
Til ber at lesa alt lesarabrævi við at trýsta á her.

Tórbjørn ótolnast eftir flyting

