Í nógv ár hevur eingin skúlagongd verið í Søldarfjarðar skúla. Børnini í Søldarfirði og á Skipanesi hava í staðin havt sína skúlagongd á Glyvrum og Runavík.
- Kortini hevur skúlabygningurin í Søldarfirði verið í brúki, og hesi seinnu árini hevur, umframt annað virksemi, verið vøggustova og taekwondo-ítróttur í skúlanum.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at í longri tíð hevur verið arbeitt við einari ætlan um at umvæla og dagføra skúlabygningin.
Í gjár skrivaðu so Heri Hansen fyri Timburtænastuna og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmála um at fáa framt fyrsta stigið í hesi ætlan.