Norðuratlantsbólkurin á fólkatingi hevur ta skipan, at formansskapurin skiftir millum limirnar. Fyrsta árið hevur Lars-Emil Johansen verið formaður, og á samkomu týsdagin var formansskapurin formliga latin Tórbirni Jacobsen.
Tórbjørn Jacobsen segði í tí sambandi, at hann fer at síggja til, at Norðuratlantsbólkurin verður eins virkin og sjónligur komandi árið, sum hann hevur verið hetta fyrsta árið.
Norðuratlantsbólkurin verður annars í Føroyum í mars í sambandi við eina ráðstevnu, sum grundlógarnevndin skipar fyri.
Tá arbeiðsbólkurin sum er settur at lýsa fólkarættarligu støðu og rættindi Føroya og Grønlands verður liðugur við arbeiði sítt seinni í ár, verður Norðuratlanstbólkurin aftur í Føroyum, har hann fer at leggja fram síni úrslit stendur í tíðindaskrivi.