Tórbjørn Mikkelsen 50 ára starvsdag

1. apríl hevur Tórbjørn Mikkelsen, stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya, 50 ára starvsdag

Tórbjørn er føddur og uppvaksin í Havn. Liðugur við realskúlan for hann í læru sum skrivstovunæmingur á Føroya Gjaldsstovu ella Færøernes Opebørselskontor, sum tað eisini kallaðist. Gjaldsstovan helt tá til á Kongabrúnni, har sum Tryggingarfelagið Føroyar er í dag. Fyrsti stjórin hjá Tórbjørn var danin Jørgen A.K. Nicolaisen. Í 1972 flutti Gjaldsstovan í onnur hølir á Kongabrúnni (í Geilina). Frá 1988 til 1998 hildu teir til á Bryggjubakka. Síðan 1998 hevur Toll- og Skattstovan hildi til í Albert Hall á Argjum. Tórbjørn hevur arbeitt sum fulltrúi, varastjóri og sum stjóri á Toll- og Skattstovuni síðan 1992. Hann hevur arbeitt undir øllum løgmonnunum síðan heimastýrislógina, uttan Andras Samuelsen, ið var tann fyrsti løgmaðurin.
Hóast Tórbjørn hevur arbeitt á sama arbeiðsplássi síðan hann fór úr skúlanum, hevur hann havt eitt fjølbroytt lív uttanfyri sítt arbeiðspláss. Hann hevur verið virkin innan fráhaldsrørsluna og verið limur í losjuni "Støtt Viljen" síðan hann bleiv konfirmeraður og er tað enn. Hann var við til at stovna hondbóltsfelagið Kyndil í 1956, og er hann enn virkin í felagnum. Hann er føddur sama ár sum B36 bleiv stovnað, og sum uppvaksin á Tinghúsvegnum, ið var eitt B36 kvarter, var tað ein sjálvfylgja at hann bleiv B36 viðhaldsmaður og varð ein av teirra fótbóltsleikarum.
Hann hevur verið formaður í nevndini í Havnar Sjúkrakassa og er enn í nevndini har. Hann er formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya. Torbjørn er giftur við Eyðbjørg, f. Joensen, sum eisini er virkin innan fráhaldsrørsluna. Tey eiga tvey børn, dóttrina Brynhild, ið er fødd í 1964, og sonin Regin, ið er føddur í 1968. Eyðbjørg og Tórbjørn eiga 6 ommu og abbabørn, fýra dreingir og tvær gentur.
Tórbjørn hevur eisni verið kappingarstjóri innan fótbólt og hondbólt. Hann var í fleiri ár í hondbóltsnevndini hjá ÍSF. Í september 1970 vóru Eyðbjørg og Tórbjørn á hondbóltskongress í Madrid, fyri at fáa føroyskum hondbólti altjóða viðurkenning. Á veg heim aftur tann 26. september, datt flogfarið niður í Mykinesi. Tórbjørn kom skjótt fyri seg aftur eftir vanlukuna, men verri gekk hjá Eyðbjørg, sum fekk eina longri sjúkralegu. Nakað seinni fekk føroyskur hondbóltur altjóða viðurkenning. Í sambandi við 50 ára starvsdaginverður móttøka á Hotel Hafnia týsdagin 1. apríl frá kl. 15.00 - 18.00.