Politiskt órógv
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, ætlar sær ikki at broyta avgerð sína um, at grundlógardagurin ikki longur skal vera frídagur hjá føroysku skúlunum.
Hetta stendur hann fast við, hóast løgmaður sigur, at landsstýrismaðurin í hesum føri greitt hevur brotið halgidagslógina, sum sigur, at grundlógardagurin skal vera almennur frídagur
? Halgidagslógin er ikki annað enn ein gomul donsk kunngerð, sum varð sett í gildi í Føroyum í 1923. Er tað ikki landsstýrismaðurin við málsøkinum, ið hevur heimild at broyta frídagarnar hjá skúlunum, so er okkurt galið, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Leigusveinur
Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum sigur seg vita, at danski forsætisráðharrin hevur vent sær til løgmans, eftir at rundskrivið um frídagarnar varð sent út, og hevur hann heitt á løgmann um at krevja av Tórbjørn Jacobsen, at hann broytir avgerð.
? Og sum tann danski leigusveinurin í Føroyum, sum Anfinn Kallsberg er, so hevur hann bert handlað samsvarandi boðunum frá sínum harra.
? Men eg ætli mær einki at gera víðari við málið. Tann avgerð, sum eg havi tikið, hon stendur við, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hetta kann fáa avleiðingar fyri Tórbjørn Jacobsen. Løgmaður sigur nevniliga við Sosialin, at ein landsstýrismaður, sum hevur brotið landsins lógir, ikki kann verða sitandi í sessinum.
Men hetta rørir ikki Tórbjørn Jacobsen.
? Kann eg ikki dríva politikk eftir mínum egna høvdi, so fari eg, so tími eg ikki at sita í hesum sessinum. Tí so havi eg einki at sita her til. Eg tími ikki at vera majonettfigurur hjá nøkrum øðrum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Løgmaður avsannar, at hann skal hava fingið harraboð frá danska forsætisráðharranum.
? Eg havi hvørki tosað við Poul Nyrup Rasmussen ella nakran danskan embætismann um málið, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Skeivt at átala
Tórbjørn Jacobsen skilur ikki, at løgmaður átalar hann fyri sína avgerð um at avtaka grundlógardagin sum frídag.
? Hví hevur løgmaður so ikki átalað í ørðum førum, spyr Tórbjøn Jacobsen, sum heldur tað vera ideologi at halda uppá grundlógardagin í Føroyum.
? Løgmaður átti at havt átalað í øðrum størri málum enn hesum. Hann hevur havt neyðtøkubrotsmenn sitandi í fleiri mánaðir eftir at tað er staðfest, at teir hava forbrotið seg, og tað hevur hann einki gjørt við. Hartil hevur løgmaður sjálvur fleiri lík í lastini, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.
Landsstýrismaðurin heldur ikki, at rumbulið seinastu tíðina setir samgonguna í vanda.
? Vit hava havt gott stev síðani nýggju semjuna, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.