Tórbjørn Jacobsen hevur rygg sum ein kókað pylsa

Tórbjørn Jacobsen fær ákoyringingar úr sínum egna flokki. Tíverri toldi hann ikki politiska trýstið í Havnini, sigur Heidi Petersen

- Tórbjørn Jacobsen hevur politiskan rygg sum ein kókað pylsa.

So hvassorðað er hansara egni floksfelagi í Tjóðveldinum, Heidi Petersen, løgtingskvinna úr Vestmanna.

Saman við Tórbirni Jacobsen, situr Heidi Petersen í vinnunevndini hjá Løgtinginum, sum var tann nevndin, ið hevur viðgjørt málið um flogvøllin í Vágum og málið um Sandoyartunnil.

Hon harmast um, at Tórbjørn Jacoben nú er farin at tosað um at strika undirsjóvartunnilin í Sandoynna og at sleppa ætlanini um at longja flogvøllin í Vágum upp í 1600 metrar og at brúka pengarnar til ein altjóða flogvøll ístaðin.

Tað var eitt sjónarmið, sum Tórbjørn Jacobsen førdi fram á almennum fundi í Havn hóskvøldið um altjóða flogvøll í Føroyum og sum vit útgreinaðu í samrøðu við hann í Sosialinum fríggjadagin.


Ein kókað pylsa

- Hetta vísir bara, at Tórbjørn Jacobsen hevur rygg sum ein kókað pylsa, sum hon tekur til.

Hon sigur, at hetta vísir eisini, at hann hevur ikki orkað at staðið ímóti trýstinum frá teimum í miðstaðarøkinum, sum ikki vilja vita av Sandoyartunlinum.

- Fráboðanin hjá Tórbirni Jacobsen um at strika tunnilin í Sandoy og at sleppa ætlanini um at byggja flogvøllin í Vágum út, stendur fyri hansara egnu rokning, staðfestir Heidi Petersen.

Hon sigur, at Tjóðveldi var við at samtykkja uppskotið um at longja vøllin í Vágum og tað stendur flokkurin við.

- Tað tekur eini 10 ár at gera ein aljóða flogvøll, tí kanningarnar eru so drúgvar og arbeiðið tekur eisini sína tíð.

- So leingi kunnu vit undir ongum umstøðum bíðað eftir betri flogvøllarviðurskiftum og tí stóð Løgtingið saman um avgerðina at byggja vøllin í Vágum út.



Tvætl og undanførsla

Men nú sigur Tórbjørn Jacobsen, at tað var undir serligum fortreytum, at hann atkvøddi fyri at longja vøllin. Tað var tí, at arbeiðið skuldi fíggjast úr íleggingargrunninum fyri Føroyar og at peningurin varð markaður til vøllin í Vágum?

- Hatta er rætt og slætt onki uttan tann bera undanførsla og tað bera tvætl, tí tá ið málið var fyri í Løgtinginum, gekk Tjóðveldi á odda fyri at longja vøllin í Vágum, eisini Tórbjørn Jacobsen.

Samstundis ásannar Heidi Petersen, at í spurninginum um tunnil til Sandoyar var flokkurin eitt sindur meira spjaddur.

- Men tað slepst ikki undan, at í valstríðnum uppundir seinasta løgtingsval, hevði Tjóðveldi tað sum eitt mál í valskrá floksins, at tunnil skuldi gerast í Sandoy.

- Harafturat kann staðfestast, at tá ið málið var fyri í Løgtinginum, tóku bæði Tórbjørn Jacobsen og eg í vinnunevndini undir við Sandoyartunlinum.

Tá ið málið var til aðru viðgerð, atkvøddi Tórbjørn Jacobsen eisini fyri.

- Men tá ið málið so kom til triðju og endaliga viðgerð, var hann tíverri boygnaður fyri politiskum trýsti úr miðstaðarøkinum og atkvøddi ímóti, sigur Heidi Petersen.

Tað er at harmast um, at Tórbjørn Jacobsen hevur fingið valfepur. Og tað er upp aftur meiri at harmast um, at politikarar, sum rópa hart, hava rygg sum kókaðar pylsur og at dirvið og styrkin svíkur, tá ið harðast leikar á og tað er mest brúk fyri støðufesti, sigur Heidi Petersen.