Tórbjørn Jacobsen farin niður í hálva tíð

LØNIR HJÁ POLITIKARUM Seinastu tíðina hevur illgruni verið um, at Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur brotið lógina, men sjálvur sigur hann, at málið er loyst

- Hetta málið er endaliga avgreitt!
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður er púra greiður, tá ið vit spyrja hann um hann hevur brotið lógina.
Seinastu tíðina hevur eit sindur av kjaki verið um lønir, eftirlønir og bíðilønir hjá politikarum.
Í hesum sambandi hava keldur ført fram fyri Sosialinum, at Tórbjørn Jacobsen beinleiðis brýtur lógina, tí umframt at vera løgtingsmaður, er hann eisini í fulltíðarstarvi sum havnameistari í Runavík.
Hetta er ólógligt, tí ein løgtingslimur hevur í mesta lagi loyvi at hava eitt hálvt alment starv afturat sínum fólkavalda starvi sum løgtingslimir.
Tórbjørn Jacobsen váttar, at samskifti hevur verið ímillum hann, fyrisitingina hjá Løgtinginum og løgtingsformannin um starvið sum havnameistari.
Hann váttar eisini, at í fyrstuni var hann havnameistari fulla tíð, men eftir at løgtingsskrivstovan gjørdi hann varugan við, at hetta er í stríð við lógina, er hann farin niður í hálva tíð.
- Eg hava havt samráðingar við Runavíkar Býráð um starvið og vit eru samd um, at eg skal vera havnameistari hálva tíð, til løgtingsval hevur verið aftur, sigur Tórbjørn Jacobsen.
- Sostatt fái eg bara hálva løn og bæði eg og Runavíkar Býráð hava sent fyrisitingini hjá Løgtinginum skrivliga váttan um hetta, leggur hann afturat.

Privat
Fyrisitingin hjá Løgtinginum hevur onga viðmerkingar til mál av hesum slagnum, tí hetta er flokkað undir privatar upplýsingar.
Sostatt upplýsa tey heldur ikki, hvussu starvsviðurskiftini hjá Tórbirni Jacobsen eru.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, staðfestir, at tað kann vera ein trupulleiki, at tað, at kalla ikki kemur fyri, at lýst verður eftir hálvdagsstørvum og tað kann sjálvandi verða ein trupulleiki.
Hinvegin vísir hann eisini á, at tinglimir í útjaðaranum hava nógv verri umstøður
at røkja størv afturat tingstarvinum.
- Ein tinglimur í útjaðaranum kann heldur ikki hava eitt hálvtíðarstarv, tí hann kann ikki ferðast ímillum, sigur Hergeir Nielsen.
Her skal eisini skoytast upp í, at Løgtingsskrivstovan upplýsir, at løgtingslimir, sum ikki verða afturvaldir, fáa løn í nakrar mánaðir eftir løgtingsvali, alt eftir, hvussu leingi, teir hava sitið á tingið.
Men løgtingslimir, sum ikki stillar upp aftur, fáa onga løn eftir at teir eru farnir úr tinginum.
Les eisini greinina: Ringt at slepp úr Løgtinginum aftur
.