Tórbjørn Jacobsen: Eg haldi meg til undirskrivaðu avtaluna

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at eftir hansara metan, so er málið um læknaviðtalurnar ikki ein trupulleiki hjá Runavíkar kommunu, tí tað fyriliggur ein undirskrivað avtala millum partarnar, sum hann og Runavíkar kommuna fyrihalda seg til.

 

Les eisini: Stríð um læknaviðtalu á Skálafjørðinum

 

- Avtalan frá 2014 gongur út uppá, at fáa bilbugt við læknatrupulleikan í økinum. Avtalan sigur, at ein heilsudepil skal verða í Runavík fyri allar kommunurnar og inntil tað er koyrandi millum Strendur og Runavík, skal ein lækni verða á Strondum tveir dagar um vikuna, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Tað skulu tríggir læknar halda til í Runavík, har ein av teimum so er tríggjar dagar í Runavík og tveir á Strondum. Teirri avtalu ynskir Sjóvar kommuna nú at fara frá sambært Tórbjørn Jacobsen.

 

- Eg haldi meg til avtaluna, sum bleiv gjørd í sínari tíð, men Sjóvar kommuna ynskir nú at ganga frá eini avtalu, sum teir eisini hava undirskriva. Vit hava havt tveir fundir við myndugleikarnar um hetta, men enn er ikki komið á mál, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Hann sigur víðari, at í veruleikanum liggur drunnurin hjá Heilsutrygd. Kommunurnar skulu syrgja fyri hølisviðurskiftunum og tað er komið uppá pláss, sambært Tórbjørn Jacobsen.

 

Tí metir hann, at Heilsutrygd eigur málið og skal koma við eini loysn.