Tórbjørn Jacobsen: Bjørn bara partvíst rætt

Næstformaðurin í Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, váttar, at hann ikki var møttur til egnan fyrispurning mikudagin 18. november. Men orsøkin var, at tá hann skuldi seta spurningin, varð hann brádliga kallaður inn til fund hjá uttanlandsnevndini, sigur hann.

- Nú er tingmaðurin av Syðradali eisini farin í blekkhúsið. Bjørn Kalsø illneitast um, at eg ikki skal vera møttur til egnan fyrispurning miðvikudagin hin 18. november 2009. Og rætt hevur hann. Men bara partvíst, tí eg var á tingfundinum, men bráðliga varð kallað inn til fundar í uttanlandsnevnd løgtingsins, har eg eri varamaður hjá Høgna Hoydal. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði heitt á nevndina um at koma til ráðførslu um týdningarmikla málið viðvíkjandi makrelbýtinum í strandalandaavtaluni vit eru partur av. Meðan vit sita á fundinum gerst greitt, at stundin er komin til ein fyrispurning sum eg hevði sent fiskimálaráðharranum, men hann sat jú á sama fundi, og kundi tí ikki svara. Fyrispurningurin foyktist tí burtur, táið hvørgin møtti í tingsalinum. Eftir tað kom spurningurin til Aksel Vilhelmsson um heilsutrygdarmálið, og honum tók formaður tingbólksins, Annita á Fríðriksmørk, sær av, sigur Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi, og vísir til gerðabókina hjá Uttanlandsnevndini.