Undirritaði hevur ongantíð brúkt hetta orðið um løgmann og kundi eiheldur nakrantíð funnið upp á tað.
Harumframt eru í greinini ein røð av øðrum viðurskiftum og ákærum mótvegis løgmanni, sumeg eri siteraður fyri.
Undirritaði vil hervið treytaleyst avsanna øll úttalilsir í greinini, sum snúgva seg um løgmann.
Haraftrat eru eisini brot, har eg eri siteraður fyri ikki at vilja halda landsins lógir. Hetta verður somuleiðis treytaleyst avsannað.
Greinin er úrslit av eini samrøðu í sambandi við aktuella málið um flytingina av einum frídeg í skúlaverkinum frá grundlógardegi (5. juni) til 1. mai.
Undirritaði hevur havt samrøðu við blaðmann á Sosialinum í dag og hevur eftir at hava hoyrt um innihaldið í greinini, roynt at fáa støðgað greinini í at fara til prentingar, sum landsstýrismaðurin ikki kennir seg aftur í.
Hetta hevur tíverri ikki borið til.
Undirritaði má taka sína ábyrgd av hesum mistaki, og tí verður givini ein tryetaleys avsanning og umbering til løgmann.
Greinin ber í øllum brá av, at sjógvur og ósemja verður løgd millum løgmann og landsstýrismannin í mentamálum, og tað hevur undirritaði onga ætlan um at gera í hesum máli.
Tí verða tey orð, eg eri siteraður fyri, hervið avsannað treytaleyst.
Málið snýrs eg um, at eitt rundskriv er sent føroysku skúlunum um frídagar og har er 1. mai frídagur ístaðin fyri danska grundlógardagin (5. juni).
Í nøkur ár frammanundan skúlaárinum 1996/97 høvdu skúlarnir ikki frí grundlógardagin (5. juni), men síðani varð hann aftur settur sum frídagur frá skúlaárinum 1996/97.
Síðani eru fleiri rundskriv send um frídagar í føroyska skúlaverkinum, og tískil skuldi ongin løgfrøðisligur trupulleiki verið í hesum.
Eg eri somuleiðis siteraður fyri at siga, at eg vil føra politikk eftir egnum høvdi. Tað er sjálvsagt, at mál av týdningi eiga at fáa eina politiska viðgerð í lands-stýrinum sum fyriskrivað í starvsskipan landsstýrisins. Hetta mál verður sjálvsagt viðgjørt á komandi landsstýrisfundum.
Undirritaði ehvur boðaða løgmanni frá hesum tíðindaskrivi.
Tórshavn 21. nov. 2000 Tórbjørn Jacobsen
landsstýrismaður