Føroyingurin kann skjótt vænta sær enn eitt føroyskt tíðindablað á handilshyllunum.
Tað er sjálvur landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, sum eigur partapeningin í nýggja smápartafelagnum, Sproti, sum hevur til endamáls at reka blaðútgávu og annað starv í hesum sambandi.
Hetta sæst í lýsing frá Skráseting Føroya í bløðunum 23. januar í ár.
Dótturfelag
Sproti er eitt dótturfelag, hjá partafelagnum Kongshavnar Útgerðarfelag, sum Tórbjørn Jacobsen eigur saman við pápa sínum, Jóan Jacob Jacobsen.
Talan er um eitt rættuliga sterkt felag. Partapeningurin í móðurfelagnum er 1 millión og túsund krónur. Av hesum eigur Tórbjørn Jacobsen hálva millión í A partabrøvum, Jóan Jacob Jacobsen eigur somuleiðis hálva millión í A partabrøvum, og at enda eigur Bjørn á Heygum túsund krónur í B partabrøvum.
Partapeningurin í smápartafelagnum Sproti, sum varð stovnað 8. januar, er 80.000 krónur.
Stjóri í nýggja felagnum er Jonhard Mikkelsen úr Vestmanna. Sum Sosialurin skilir, skal hann eisini vera stjóri fyri blaðnum.
Vikublað
Sosialurin hevur tosað við Jonhard Mikkelsen, sum verður stjóri á nýggja blaðnum. Men hann vil ikki siga nakað um ætlanirnar við blaðnum enn.
? Ætlanin er komin so stutt enn, at eg veit einki at siga tær um blaðið, er viðmerkingin frá Jonhard Mikkelsen.
Men Sosialurin hevur frá fleiri keldum, sum eru við í ætlanini, fingið at vita, at talan verður um eitt vikublað, sum skal koma út hvønn leygardag. Blaðið skal ikki vera beinleiðis politiskt heft, men tað skal vera eitt samfelagsligt og mentanarligt kjakforum hjá teimum, sum taka undir við føroyskum fullveldi.
Tórbjørn Jacobsen vil ikki koma við viðmerkingum um nýggja blaðið. Hann sigur, at nevndin hevur gjørt av, at tað bert er blaðstjórin, Jonhard Mikkelsen, sum meldar út vegna felagið.