Tórbjørn er nýggjur landsstýrismaður

Fríggjadagin nýtti løgmaður síni forrættindi og tilnevndi Tórbjørn Jacobsen til nýggjan landsstýrismann. Peningur er eisini funnin til lønina

John Johannessen


Klokkan 17 fríggjadagin gjørdist Tórbjørn Jacobsen nýggjur landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum.

Avgerðina at seta hann tók løgmaður fyrrapartin fríggjadagin.

Løgmaður sigur orsøkina til avgerðina vera niðurstøðuna hjá løgfrøðingunum í Tinganesi, sum siga, at treytaleysa valdið hjá løgmanni at skipa landsstýrið, sum hann vil, viga tyngri enn játtanarlógin.

Tískil ber til hjá løgmanni at seta til síðis greinina í stýrisskipanarlógini, sum sigur, at eingin útreiðsla má verða goldin uttan løgtingsheimild.


Hevur funnið pening

Orsøkin til, at løgmaður higartil ikki hevur vágað sær at tilnevnt Tórbjørn Jacobsen sum landsstýrismann, er nevniliga greinin í stýrisskipanarlógini, sum sigur, at hann ikki kann nýta pening uttan løgtingsheimild.

Løgmaður hevur verið bangin fyri, at um hann setti landsstýrismannin uttan játtan, kundi hann fáa landsstýrismálanevndina eftir sær.

Løgmaður hevur funnið út av, hvussu hann kann tilnevna landsstýrismannin uttan játtan til lønina og uttan at fáa landsstýrismálanevndina eftir sær ? í øllum førum fyribils.

Loysnin er, at játtan er til landsstýrismannalønina hjá Signari á Brúnni árið út. Men Signar á Brúnni skal ikki hava løn longur enn til fyrsta oktober.

Tí fer løgmaður at nýta lønina hjá Signari á Brúnni fyri november og desember til at rinda løn til Tórbjørn Jacobsen fyri august og september.


Má hava eykajáttan seinni

Loysnin hjá løgmanni er tó bert ein fyribils loysn. Tí, tá hann brúkar játtanina fyri november og desember í august og september, kemur peningur sjálvsagt at resta í aftur, tá vit koma til november mánað.

Trupulleikan er løgmaður sjálvsagt varugur við. Men hann ætlar sær at loysa trupulleikan við at biðja tingið eykjáttan fyri hesar mánaðir, tá tingið kemur saman aftur.