Tórbjørn bjóðar seg fram

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu er klárur at stilla upp á kommunuvalinum í heyst

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, er klárur at stilla uppaftur á kommunuvalinum í heyst. Tað segði hann við Útvarpið í dag.

Higartil hevur hann hildið kortini tætt at kroppinum, og harvið hevur spurningurin hingið ósvaraður í luftini, um hann fór at stilla upp aftur, ella um hann fór aftur í starvið sum havnarmeistari.

Í dag luttók Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, í sendingini Radarin í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Í tí sendingini boðaði Tórbjørn Jacobsen frá, at hann er klárur at taka eitt tørn aftrat.

- Um onkur stillar meg upp, og um eg verði valdur, so eri eg klárur at taka eitt valskeið aftrat í Runavíkar býráð, segði Tórbjørn Jacobsen.

Lítil ivi man vera um, at hann verður valdur, og hann kann vera eitt gott boð upp á at halda fram sum borgarstjóri.

Tórbjørn Jacobsen varð valdur á almenna borgaralistanum í Runavík fyri fýra árum síðani. Hann fekk 181 persónligar atkvøður og varð valdur til varaborgarstjóra. Flest atkvøður rakk Magnus Rasmussen við 348 atkvøðum. Hann varð valdur at vera borgarstjóri, men eftir at hann varð valdur á ting síðsta heyst, tók hann seg úr borgarstjórasessinum á nýggjárinum. Tá varð Tórbjørn Jacobsen valdur til nýggjan borgarstjóra, og nú bjóðar hann seg fram aftur á valinum, sum verður týsdagin 8. november.