Táragass eftir mótmælisfólki

Franska løgreglan nnoyddist í dag at brúka táragass ímóti studentaskúlanæmingum, sum mótmæltu pensjónsnýskipanini hjá stjórnini við at seta eld á bilar í París-forstaðnum Nanterre.

Seinnapartin byrjaðu stórar mótmælisgongur, sum fronsku fakfeløgini skipa fyri. Eisini tey mótmæla teimum ætlaðu pensjónsbroytingunum.

Uppskotið hjá Nicolas Sarkozy, forseta og stjórnini er at hækka pensjónsaldurin úr 65 í 67 ár. Tann endaliga atkvøðugreiðslan verður í Senatinum í hesi vikuni.