Tóra stjórnar kórinum

- Hetta má vera tað størsta, man kann í Føroyum sum kórleiðari

- Hetta má vera tað størsta, man kann í Føroyum sum kórleiðari. At standa har á tinghúsvøllinum. Gudstænasta er liðug, og tingmenn, prestar og onnur standa har eftir skrúðgonguna. Tað er tá, tað hendir. Eg havi ikki ordiliga skilt hvussu stórt tað er enn, og væntaði als ikki, at eg slapp hetta sum einans 31 ára gomul. Tað eri eg ótrúliga takksom fyri.


Tað sigur Tóra Vestergaard sum í morgin verður fyrsta kvinnan, ið stjórnar stóra ólavsøkukórinum, ið framførir á Tinghúsvøllinum til setanina av løgtinginum.


Nógv hava fegnast um, at ein kvinna skal stjórna kórinum á fyrsta sinni, men hóast Tóra Vestergaard hevur fingið heilsanir í samband við tað frá fegnum kvinnum og mannfólkum, so fyllir tað ikki so nógv hjá henni.


- Eg skilji væl, at tað er stórt fyri nógvar kvinnur. Tað er stuttligt, at man skrivar søgu, men fyri mítt viðkomandi er tað ikki sum kvinna, at eg standi har, men sum einstaklingur. Eg eri til arbeiðis og geri tað, ið eg eri lærd til, sigur kórleiðarin.