Tóra við Keldu varð í farnu viku afturvald til forkvinnu í MEGD, tá aðalfundur var í felagnum. Tað skrivar MEGD á heimasíðu sínari.
Neyðugt var ikki vali á aðalfundinum, tí Tóra við Keldu, ið hevur forkvinna seinastu fimm árini, var einasta uppskot til forkvinnu.
Starvsnevndin bleiv eins og forkvinnan afturvald. Sostatt er hon mannað við Hallur Thomsen, ið umboðar Sclerosufelagið, Róa Midjord, ið umboðar Sinnisbati, Anna Petersen, ið umboðar Giktafelagið, og Randfríð Skorheim Sørensen, ið umboðar Epilepsifelagið. Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, er eykalimur í nevndini.
MEGD er eitt meginfelag fyri 24 limafeløg, ið tilsamans hava umleið 4000 limir. Endamálið hjá MEGD er at virka fyri áhugamálum hjá teimum, ið bera brek og limafeløgum teirra.

Tóra afturvald sum forkvinna

