Tær ynsktu sær hús

Herfyri kom út bókin Tær ynsktu sær hús. 

Í bókini verður greitt frá tí stóra arbeiði, sum kvinnurnar í Føroyska Kvinnufelagnum í Keypmannahavn gjørdu fyri at savna pening, so tær kundu keypa eitt hús til føroyingar í býnum. 

Bókin greiðir eisini frá hinum mongu feløgunum, sum føroyingar í Keypmannahavn hava savnast um í meir enn eina øld. Greitt verður frá virkseminum í teimum húsum, sum føroyingar hava havt til felagsvirksemi sítt, síðani kvinnurnar keyptu fyrsta húsið síðst í sekstiárunum. Christin Plate og Elsa Zachariasen hava lagt bókina til rættis