Tá róð verður aftur á

Nú lóggevandi valdið í hesum døgum ger sær dælt av hendingum um rættferð og reinleika, nøkur teirra serliga vælleikandi sum sita í andstøðu, kundi verið hóskandi at víst á onkur brot, sum fóru fram í árunum 2004 og 2005.

Tað var nú ikki bara Annita á Fríðriksmørk, sum fór um mark, men so mong onnur, sum kann viðgerast eina aðru ferð
Av og á var meiri enn gjálvut men eisini spennandi og mennandi, tó haldi eg tað vera syrgiligt, at embætisfólk í ráðnum frá tingsins røðarapalli vóru so niðrandi viðfarin, og mong vóru tey løgtingsfólk, sum høvdu hug at seta seg yvir lógir og reglar.
Fari í fyrstu syftu bara at taka eitt dømi, tað er brot úr grein í hesum árum frá løgtingsliminum Annitu á Fríðriksmørk, sum ídag er formaður í tinbólkinum hjá Tjóðveldi, undir yvirskriftini: »Í Tinganesi má Jógvan við Keldu ikki fáa longt sítt arbeiðs- og uppihaldsloyvi«.

Jógvan aftur í egnum skóm
Hon tekur m.a. soleiðis til í greinini: »Er landsstýrið undir umsiting: Herfyri var landsstýrismaðurin tikin í forhoyr hjá umboðum fyri hinar flokkarnar í samgongu. Evnið var útlendingapolitikkur samgongunnar. Á fundinum fekk landsstýrismaðurin at vita, at so leingi nýggj avtala ikki var gjørd, skuldi hann halda seg til førda útlendingapolitikkin, sum var galdandi áðrenn sitandi samgonga tók við. (Altso samgongan sum Annita á Fríðriksmørk sat í. Red.) Landsstýrismaðurin var solleiðis settur undir umsiting«.
Víðari sigur hon: »Tá hugsaði eg við mær sjávlum: »Gud viti, hvussu leingi ein landsstýrismaður kann føra ein politikk, sum hinir í samgonguni vilja hava, men sum ein sjálvur er ímóti, men sum hann kortini hevur evstu ábyrgd av«. Og nú í vikuni síggja vit so landsstýrismannin í útlendingamálum í sínum egnum skóm aftur, og uttan himpr blakar konu og dóttir av landinum, sum hava verið her í seks ár«.

Handfaringin broytt og ruddað varð upp
Bæði tingkvinnan og tingfólk annars kendu og vitstu, hvat »førdi útlendinga-politikkurin« í samgonguni, har tingkvinnan frammanundan var í, hevði ført til. Útlendingar, sum vóru ólógliga í landinum, vóru komin í syrgiliga støðu og búðu hjálparleys í ráðum og køldum byngjum, ávís ítróttamál handfarin ólógliga, sum best bar til og t.d. fútin vitsti ikki hvat hann skuldi »stilla upp« í hesum lógloysinum, bara fyri at nevna okkurt dømi. Tí var neyðugt at seta lið av fólki, sum saman við fólki úr Innlendismálaráðnum, kundu gjøgnumganga fyrrverandi skilaleysu og tilvildarligu handfaringina. Hetta vitsti okkara høga løgting, tað var ikki tí, tey leikaðu so í.
- Hesa handfaring var tað tingkvinnan aftur ynskti endurtikna.
Tað fer altíð at verða torført ella vónleyst at stýra, tá lóggevandi valdið setur seg yvir - og ikki respekterar - lógir og reglar, tí kann vera hent - av og á - at rógva aftur á, so møguleiki kann verða at læra av søguni!