Tær verða klárar

– Hóast tær enn ikki tykjast púra klárar, ivist eg ikki í, at tær verða tað, tá flogbóltskappingin á Oyggjaleikunum fer í gongd, sigur Margit Joensen, sum í mong ár hevur verið fastur spælari á kvinnulandsliðnum

FLOGBÓLTUR

 

Margit Joensen úr Mjølnir, sum í mong ár hevur verið føst og fús á landsliðnum, har hon seinnu árini hevur spælt sum libero, fer ikki við til Oyggjaleikirnar á Álandi vegna »lukkuligar umstøður«. Men hon taldist millum áskoðararnar á Giljanesi sunnudagin og tók soleiðis samanum:

– Eg helt, at fyrsta settið hjá teimum var gott, men tað virkaði, sum tær ikki fingu tað at hanga saman hini bæði settini. Í fyrsta setti, sum annars var tað besta, byrjaðu tær at gera feilir, tá tær komu upp á 22, og í triðja setti kundi innsatsurin kanska verið betri, helt Margit eftir dystin.

Hon ásannar tó, at hetta vóru venjingardystir, og at stundir enn eru til at betra ymiskt av tí, sum kanska ikki riggaði heilt hesar báðar dystirnar ímóti Danmark.

– Tá farið verður í holt við ein nýggjan spælistíl, so skal hann sjálvandi rigga øll settini og ikki bara tað eina. Tær virka ikki, sum tær eru púra klárar enn, men eg rokni við, at tær verða tað, tá tær koma til Álands, segði Margit, sum annars helt tað vera stuttligt at fáa tveir slíkar dystir í Føroyum ímóti Danmark.

– Tað er heilt greitt bara gott fyri flogbóltin, segði hon.