Tær vanligu syndirnar

Vikuskiftið hevur verið sum vanligt, sigur vakthavandi á politistøðini i Havn

 

Løgreglurtíðindi

Tað var tað vanliga, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Drukkin fólk og ferðsluóhapp.

Eini fýra fólk máttu sova rúsin av sær á støðini, og ein varð tikin fyri at koyra ávirkaður.

Onkunstaðni vóru fólk so mikið ósamd innanveggja, at løgreglan varð boðsend at mekla.

Aðrastaðni vóru fólk í so góðum lag, at vindeyguni fóru upp, og tónleikurin, sum kom út ígjøgnum, gjørdist í so harður fyri grannar, sum ikki fingu sovið. Løgreglan varð boðsend at fáa skrúvað fyri, og tað gekk heilt væl, sigur vakthavandi. Hóast fólk eru drukkin, og ikki hugsa so nógv um trupulleikan, skilja tey vanliga væl, tá tosað verður hampiliga við tey, at tað ber ikki til at hava ov hart frá. Og soleiðis var eisini í hesum førinum.

Sunnumorgunin rann olja oman eftir Velbastaðvegnum fram við kirkjugarðinum. Tað vísti seg, at hol var komið á ein stóran tanga longri úti. Sløkkiliðið varð boðsent, og oljan varð pumpað úr skadda tanganum, uttan at tann heilt stóri skaðin hendi.

Og so varð eisini ein parkeraður bilur i Eysturbýnum, sum hevði havt óvæntaðar gestir, sum høvdu skøvað síðurnar og motorhjálmin.

Júst skaðar á parkeraðar bilarvsær løgreglan regluliga. Og tað hendir næstan líka ofta, at tann, sum skaðan ger, bara rýmir uttan at siga frá.

Aftur hetta vikuskiftið var eitt slíkt dømi. Ein bilur varð ákoyrdur við Statoil støðina í Gundadali av einum gomlum Opel Ascona. Hesin bilurin rýmdi uttan a boða frá.

Tað er næstan ikki vikuskiftið, at ikki ein slíkt fráboðan kemur til okkara, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.