Týr vóru settir eftir

Tónleikararnir í Týr vóru skuffaðir eftir Prix-umfarið leygarkvøldið, men teir hava ikki mist pippið og ætla sær í studio í næstum at taka nýggja fløgu upp

Týr hevur verið við í tveimum tónleikakappingum seinastu vikuna, men í hvørgari eydnaðist tað bólkinum at koma víðari.
Hóskvøldið í farnu viku spældu teir í stóru donsku kappingini Live Contest, men har var tað ein annar bólkur, sum vann, og leygarkvøldið odaðu tveir aðrir bólkar seg fram um Týr í fimta Prix-umfarinum.
? Sjálvandi eru vit skuffaðir av úrslitinum, og vit taka tað eitt sindur persónligt. Soleiðis skal tað vera, tí um tú ikki verður skuffaður av slíkum, so tekur tú ikki tónleikin í nóg stórum álvara, sigur Heri Joensen, sum er oddamaður í bólkinum.

Nógv á skránni
Fyri tveimum árum síðani fekk Týr gjøgnumbrot við sínum nýskapandi kvæðarocki, sum fólk tóku sera væl undir við. Tá bólkurin spældi Ormin langa í Prixnum í 2001, tóku fólk saman á dansigólvinum, og slaturin um nýggja bólkin gekk sum rótasúpan um landið.
Tvey ár seinni var eingin føroyskur dansur á skránni, og bólkurin megnaði ikki at spæla seg víðari.
Hvat merkir tað fyri bólkin, at tit ikki komu víðari í hesum báðum kappingunum?
? Kappingarnar eru ikki avgerandi fyri, hvussu tað fer at gangast hjá Týr. Tað merkir bara, at tað verða ikki fleiri kappingar fyribils, men annars hava vit nógv á skránni. Vit skulu í studio at gera eina nýggja fløgu, og vit vóna at fara á konsertferð uttanlands í summar.

Konsertferð uttanlands
Síðst í apríl mánaði fer Týr í danska studio Sound Zone, har teir skulu taka 10 sangir upp. Tað vera sangirnir, sum teir spældu á Prixnum leygarkvøldið, sangirnir av stakfløguni Ólavur Riddararós skulu spælasta inn av nýggjum, og harafturat koma so fimm nýggir sangir.
Týr hevur eisini fingið konsertboð úr Póllandi, og teir eru eisini áhugaðir í at fara til baltisku londini at spæla í summar.
Og so kunnu teir eisini fegnast um, at útvarpsstøðir í New York og Portugal eru farnar at spæla tónleika av teirra fyrstu fløgu.