Tær vóru alt ov sterkar

Flemming Raben helt eftir taptu finaluna, at tað var ikki stórvegis, sum føroyska liðið kundi gera móti bosniska yvirveldinum


-  Tað var snøgt sagt líkamikið, hvat vit gjørdu. Kropsliga vórðu vit í allar mátar yvirmatchaðar, so vit fingu ikki gjørt tað stóra.
                      Flemming Raben, sum er annar av føroysku venjarunum, staðfesti alt fyri eitt, at Bosnia var betra liðið í finaluni, sum tær vunnu so ruddiliga.
                      Skuldi tosast um nakað, sum føroysku venjararnir ikki vóru nøgdir um, so mundi tað vera, at føroyska liðið ikki skoraði nóg væl fyri steðgin.
                       Eg skal so avgjørt ikki siga, at vit høvdu vunnið dystin. Men vit brenna eina rúgvu av kjansum, sum gera munin millum liðini alt ov stóran. 5-1 verjan riggaði sum so eftir ætlan, og tað sama gjørdi 6-0, tá vit skiftu. Men tað er altso dýrt at brenna slíkar møguleikar. Og so eru tær fantastiska skjótar í kontra.
 
Ætlaðu undir 40
Sum støðan var í steðginum, so hevði føroyska liðið ásannað, at dysturin varð taptur.
                      Tað sama gjørdu venjararnir sum so, og Flemming staðfesti, at tær akkurát ikki rukku málinum, sum tær settu sær eftir steðgin.
                       Vit vildu gera ein góðan figur. Tað vóru allar samdar um, og tað haldi eg eisini eydnaðist. Vit ætlaðu eisini at halda teimum undir 40 málum, men tað gekk so akkurát ikki.
                       Men sum heild kann eg ikki vera ónøgdir. Vit møtti snøgt sagt einum nógv betri liðið í dag, og tað var tað.