Fimm minuttir fyri hálvleik er tað framvegis málleyst í Gøtu, har NSÍ vitjar Víking.
Í spæli hevur heimaliðið verið eitt vet omaná. Men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Onkrar royndir hava verið úti frá. Eitt nú hevði Hjalgrím Elttør hjá NSÍ góðan fluktara, sum Geza Turi bjargaði sera væl.
Í nakrar minuttir lá Tórður Thomsen, málverjin hjá NSÍ, á vøllinum og fekk viðgerð, eftir at hann var dottin. Hann tykist framvegis eitt sindur darvaður av hesum.
Óli Hansen er ikki á NSÍ liðnum, tí hann er sjúkur.










