Tórður Thomsen vunnið yvir hálva millión í poker

Tórður Thomsen er ikki einans ein góður fótbóltsspælari og málmaður. Hann er eftir øllum at døma eisini ein evnaríkur pokerspælari, tí sunnukvøldið vann hann yvir eina hálva millión í poker á netinum.

 

Tað er ikki hvønn dag, at føroyingar eru við í finaluni í tiltiknu sunnukvøldskappingini á heimasíðuni hjá Poker Stars. Viðmerkjarin hetta kvøldið gjørdi eisini greitt, at tað er fyrstu ferð, at ein føroyingur hevur klárað seg so væl í kappingini.

 

Kappingin er at síggja á YouTube, og har sæst, at Tórður Thomsen, ella t6rdur, sum hann eitur har, gjørdist nummar tvey í kappingini, og vann sostatt 103.062 dollarar, ella umleið 575.000 krónur.

 

Síggj kappingina her: www.youtube.com/watch

 

Tórður Thomsen vildi ikki gera viðmerkingar til málið.