AB hevur gjørt leiguavtalu við NSÍ um, at AB fram til summarsteðgin skal hava Tórð Thomsen sum aftasta skansa í steypa- og landskappingini, nú Heðin Stenberg er úti við skaða
Tá Heðin Stenberg stutt fyri dystarenda í Vodafonedystinum í Runavík sunnudagin var so illa skaddur, at hann fyrst mátti berast av vølli og síðani koyrast í sjúkrabili á Landssjúkrahúsið, fekk AB ein álvarsligan málmanstrupulleika.
Beint eftir dystin ásannaði Allan Mørkøre, at AB noyddist at finna ein mann at spæla fyri Heðin, men at farið var at arbeiða við málinum beinanvegin. Ymsar loysnir hava verið inni í myndini, men nú er so funnin ein loysn fram til summarsteðgin, tá Heðin ætlandi er klárur aftur.
Gleðir seg at koma í gongd aftur
AB hevur gjørt eina leiguavtalu við NSÍ um, at AB leigar Tórð Thomsen, sum fyri kortum gjørdi avtalu við NSÍ. Tórður hevur lítið og einki spælt í ár, og hevur eisini verið darvaður av skaða, men hann hevur vant alla tíðina og eisini spælt onkran 1. deildardyst í síðstuni.
? Eg gleði meg at koma í gongd, og tað ger einki, um seinna hálvfinalan í steypakappingini ímóti EB/Streymi er fyrsti dystur hjá mær, tí tað er fyri at fáa slíkar dystir, at tú spælir, sigur Tórður Thomsen, sum í kvøld var og vandi við AB.
? Í fyrraárið spældi eg eisini ein dyst fyri AB, og annars kenni eg fleiri av spælarunum frá ungdómslandsliðunum. Eg gleði meg at fáa dystarvenjing, og so vóni eg sjálvandi, at tað fer at gangast væl, nú eg aftur komi í gongd av álvara.