NSÍ fekk ein góðan javnleik á Tórsvølli mikukvøldið, tá runavíkingar spældu 2-2 móti HB. NSÍ mundi verða nærri sigrinum í vandamiklum málmøguleikum, men tað stóð eisini á frammanfyri málið hjá Tórðuri Thomsen.
Móti dystarenda stóð nógv á, tá HB sendi langt innkast inn í brotsteigin hjá NSÍ. Eftir trunkaspæl endaði bóltin í málinum, og Tórður Thomsen í stongini. Málið bleiv kolldømt fyri rangstøðu, men so lætt slapp Tórður Thomsen ikki. Hann spældi liðugt, men mátti á sjúkrahúsið at blíva seymaður í skinnabeinið.
- Eg haldi eg rendi í stongini. Eg havi fingið tríggjar pentur. Eg eri eitt sindur eymur, men eg havi tað gott, sigur Tórður Thomsen.
##med2##
NSÍ er í hørðum stríði um at koma í Evropa til komandi kappingarár. NSÍ skal sunnudagin spæla móti KÍ. FM1 sigur frá dystinum.
##ms##