Tórður og Teitur: Topp 5 listin

Hesir eru heimsins bestu málverjar sambært málverjunum í Gundadali

Í gjár vóru Tórður Thomsen, málverji hjá B36, og Teitur M. Gestsson, málverji hjá HB, gestir í Fótbóltspanelinum, sum er partur av sendingini SportBoxin, ið er á Rás2 fríggjadagar fyrrapart.

 

Les eisini: (SportBoxin) Tórður og Teitur vitja Rás2

 

Til sendingina høvdu teir fingið til uppgávu, at velja fimm teir bestu málverjarnir í heiminum í løtuni. Teir eru eitt nú ikki samdir um hvør er heimsins besti málverji. Heldur ikki ganga fimm teir somu málverjarnir aftur á báðum liðnum, men tó eru fleiri at síggja á báðum listunum.

 

Tórður Thomsen:

1. David De Gea (Manchester United)

2. Manuel Neuer (Bayern Munchen)

3. Thibaut Courtois (Chelsea)

4. Gianluigi Buffon (Juventus)

5. Jan Oblak (Atletico Madrid)

 

Teitur M. Gestsson:

1. Manuel Neuer (Bayern Munchen)

2. Gianluigi Buffon (Juventus)

3. David De Gea (Manchester United)

4. Gianluigi Donnarumma (AC Milan)

5. Thibaut Courtois (Chelsea)