Málverjin hjá B36, Tórður Thomsen, mátti lata seg útskifta longu aftaná eitt lítið korter í dystinum móti KÍ í dag. Hann kendi seg illa og var ikki førur fyri at halda fram.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin
Heimasíðan hjá B36 skrivar, talan er helst um okkurt slag av dánilsi. Meðan liðfelagarnir gjørdu seg til reiðar at spæla seinna hálvleik, fór hann við sjúkrabili út á Landssjúkrahúsið at verða kannaður.
Les eisini: Alt um 2. umfar í landskappingini
Har verður eisini sagt, at Tórður Thomsen verður verðandi til observatión í nátt. Dysturin millum B36 og KÍ endaði 1-1. Í samandráttinum sæst støðan, tá Tórður Thomsen verður skiftur út.