Tórður: Ein dreymur um eg spæli

- Hetta kennist væl. Eg vóni altíð at eg verið úttikin til landsliðið og hesa ferð eydnaðist so. Eg havi verið við landsliðnum eina ferð fyrra. Tað var fyri nøkrum árum síðani, tá landsliðið var á venjingarlegu í La Manga. Tá fingu fleiri ungir møguleikan, so tað telur kanska ikki sum ein úttøka, sigur Tórður Thomsen.

 

23-ára gamli Tórður Thomsen hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Runavík, meðan verjir í ár málið hjá argjamonnum.

 

- Hetta gevur mær ein møguleika at vísa hvat eg dugi og kanska eg klári bíta meg fasta í landsliðshópin, sigur Tórður, sum í løtuni stríðist við ein minni skaða í øksluni.

 

Tórður fór ikki við landsliðsferðalagnum, sum fór avstað í morgun, tí hann hevur eina próvtøku í morgin. Tórður møtist við restuni av landsliðshópinum, ið steðgar í Danmark til mikumorgunin, í morgin.

 

- Eg veit væl at eg eri komin á landsliðið sum annar málmaður, men tað hevði verið ein dreymur um eg slapp at spæla ein hálvleik ímóti Luxembourg, sigur Tórður Thomsen at enda.

 

Pól Jóhannus Justinussen, sum til dagliga leikar í B68 er eisini úttikin. Hann hevur verið sera drúgvur í verjuni hjá U21 landsliðnum seinastu tíðina.

 

Føroyska landsliðið skal í morgin spæla ein óalmennan venjingardyst ímóti B1908 Sundby Idrætspark. Mikumorgunin gongur leiðin til Luxembourg.