B36 hevur 9 mans uttanfyri við skaða, og kortini bar tað heim, takkað verið m.ø. góðum ungum spælarum, sum Hannes Agnarssyni.
Tórður Thomsen veit ikki um tað var uppiborið, at B36 vann 3-2 á AB úti á Argjum í kvøld, men hann er glaður fyri sigurin. Tórður Thomsen heldur, at B36 mugu verða gandaðir við øllum teimum skaðunum teir hava í hópinum. Um sigurin á Argjum sigur Tórður Thomsen, at hann veit ikki um sigurin var uppiborin, men góður var sigurin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Tórð Thomsen aftaná dystin á Argjum. Í samrøðuni greiðir Tórður Thomsen eisini frá einum samanbresti hann hevði við Róa Danielsen, sum gjørdi, at hann ta einu løtuna gekk í ørviti.