Í kvøld fer Týr á pall á spælistaðnum The Rock í Keypmannahavn. Teir eru høvuðsnavnið á konsertini, har tríggir aðrir tungmálmsbólkar fara á pallin Týr er í løtuni á konsertferð saman hesum trimum bólkum, ið eru Alestorm úr Skotlandi, Heidevolk úr Hollandi og Adorned Brood úr Týsklandi. Ferðin kallast Black Sail Over Europe Tour 2009, har teir umframt at spæla í Danmark, eisini spæla í Týsklandi, Belgia og Sveits.
Týr hevði konsert á The Rock í fjør, og hetta royndist ógvuliga væl. Nú fáa føroyingar í Keypmannahavn so aftur møguleikan at hoyra Týr, sum er mannað við Hera Joensen á gittara og sangi, Terji Skibenæs á gittara, Gunnar H. Thomsen á bassi og Kári Streymoy á trummun.
Konsertin við Týr í kvøld byrjar klokkan 20.30. Týr er sum áður nevnt høvuðsnavnið, og tískil verða teir síðstir á pallin. Dyrnar opna annars klokkan 20.00.