Tær tíma ikki í býráðið

Hvørgin av kvinnunum í býráðnum í Fuglafirði stillar upp aftur, og bara fimm av 24 valevnum eru kvinnur

Fyri átta árum síðan gjørdu kvinnurnar í Fuglafirði ein vørr. Tær gjørdu kvinnulista og fingu tvær kvinnur valdar í býráðið.
Men í ár er eingin kvinnulisti, og hvørgin av kvinnunum í býráðnum Kristina Larsen ella Elisabeth D. Eldevig Olsen stilla uppaftur.
Kristina Larsen sigur, at henni hevur dámt býráðsarbeiðið væl, men beint nú raðfestir hon øðrvísi. Hon útilokar tó ikki, at hon ikki roynir aftur eina aðru ferð at stilla upp.
Tað sama sigur Elisabeth D. Eldevig Olsen. Hon heldur tað ikki vera rætt at sita í kommunustýrinum ár út og ár inni. Tað er eftir hennara tykki rætt at fara út eitt skifti, men so ber til at fara inn aftur.
Tað var ikki arbeiðsbyrðan, sum fekk hana til ikki at stilla upp aftur hesa ferð. So strævið var tað heldur ikki, sigur Elisabeth D. Eldevig Olsen.
Hon hevur framvegis líka stóran áhuga fyri kommunala arbeiðinum, og tað harmar hana nógv, at kvinnur so treyðugt vilja stilla upp.

Eggjar øðrum til at royna
- Eg havi mælt fleiri kvinnum til at stilla upp, og eg havi eisini givið monnum uppskot um kvinnur at ringja til og biðja tær stilla upp, men tær flestu hava borið seg undan, sigur Elisabeth D. Eldevig Olsen.
Hon vísir aftur, at kvinnur ikki kenna seg væl á einum lista millum menninar, og hon hevur eisini hoyrt menn í býráðnum halda tað vera spell, um ongar kvinnur koma í býráðið, tí tørvur er at hoyra teirra sjónarmið eisini.
- Eg veit ikki, hvat bagir, men eg hugsi, at nógvar kvinnur mest hugsað um nærumhvørvið, heim, mann og børn. Tað liggur so djúpt í kvinnum. Men hetta er sera spell, tí kvinnur hava nógv at gera í politiska arbeiðinum.
Onkur gitir, at tað er trekari at fáa kvinnur at stilla upp í eini kommunu, har vinnan vigar so nógv.