Eyðkendi kvæðarokkurin fær bert eina føroyska framførslu í summar. Hendan verður leygarkvøldið á Summarfestivalinum Týr hevur mest sum verið ein av ímyndunum hjá Summarfestivalinum. Soleiðis var bólkurin við tey bæði fyrstu árini, sum festivalurin varð hildin, men í fjør lá tó ikki fyri hjá teimum.
Tað gjørdi tað sum heldur ikki í tættpakkaðu skránni í summar, har talan er um hópatals konsertir kring alt Europa. Ein av hesum konsertum varð tó avlýst, og tí hevur eydnast fyrireikarunum av Summarfestivalinum at fáa bólkin heim á klettarnar til eina framførslu.
Hetta varð avdúkað á serligari festival-sending, sum varð send á Rás1 hjá Televarpinum í gjárkvøldi.