Tær stuðla stríðnum móti bróstkrabba

Løgtings- og lands­stýr­is­kvinn­ur­nar fara all­an ok­to­b­er at bera smúkk­ur við ljós­a­reyðu sloy­f­uni, sum kring all­an heim er vorð­in sym­­bol­ið upp á stríð­ið í­móti bróst­krabba. Tað sigur Krabbameinsfelagið í tíðindaskrivi.

– Á henda hátt vilja kvinn­u­ligu lands­poli­tik­­ar­­ar­­nir gera sítt til at stuðla søluni av smúkkum, sum Bót til Bata og Krabb­a­meins­fel­ag­ið selja, fyri at savna pening til gansking í bróst­krabba, sigur felagið.
Smúkk­ur­nar eru arm­bond og háls­bond, sum Mikk­al­ina Glas hev­ur snið­giv­ið. Tær eru hond­gjørd­ar, so eingin er heilt eins.
Á sama hátt sum hvør kvinna, ið fær stað­fest krabb­a­mein, er eg­in, og hev­ur sína egnu søgu.
Smúkk­­u­r­­nar vera at fáa til keyps millum annað til bind­i­klubba­kvøld í SMS 5. ok­tob­er og á Torg­i­num í SMS fríggj­a­dag­in 7. ok­to­ber, á apo­te­k­unum og yms­um sølu­búð­um kring land­ið.