Fyrsta konsertin hjá Týr, síðani nýggja fløgan hjá teimum kom út, verður í Keypmannahavn leygarkvøldið 30. august. Konsertin verður á Stengade 30, og umframt Týr fara bólkarnir Slumberland og A Soft Blow To The Temple at spæla. Tað er Rocket-Club, sum skipar fyri konsertini
Týr er eisini boðið til Týsklands at spæla komandi ár. Tað er festivalurin Headbangers Open Air, sum hevur sýnt áhuga fyri føroyska bólkinum. Eini 20 bólkar fara at spæla á festivalinum, sum verður hildin í døgunum 9. og 10. juli næsta ár, og roknað verður við, at eini 2000 fólk fara at lurta.
Týr er eisini boðið til Russlands at spæla í desember mánaði. Gongst alt sum ætla fara teir at spæla á eini stevnu í býnum Petrozavodsk.