Tað gekk væl hjá Týr, tá ið bólkurin spældi á eini lítlari konsert í Keypmannahavn leygarkvøldið. Tveir aðrir bólkar spældu eisini.
Týr plagar at hava fýra tónleikarar á pallinum, men hetta kvøldið manglaði annar av gittarspælarunum. Tað lá ikki fyri hjá Terja Skipanes at vera við, og tí var Heri Joensen, sum eisini er sangari, einsamallur gittarspælari.
Fyriskiparin av konsertini, Rocket Club, var væl nøgdur við Týr og var áhugaður í at fáa teir at spæla á onkrari størri konsert seinni.
Fløgan hjá Týr verður støðugt ummæld í útlendskum tíðarritum, og nú hava onkur góð ummæli verið í Týsklandi, har Týr eisini selir nakað av fløgum.